Flagvelta:
hvørt flagið skal vera 6 cm. tjúkt, 30 cm. breitt, 50 cm. langt; 70 cm. skal vera millum hvørt rað.
Moldvelta:
30 cm. millum eplini og 60 cm millum hvørt rað. Øll mát eru umleið.
Fyri at sleppa undan at sjúka og skaðadjór gera seg inn á fruktina, er best at flyta veltuna hvørt ár. Best er eisini at nýta nýggja sjúkufría set hvørt ár. Legg setina til spíringar nakrar vikur á einum stað sum er ljóst og kalt (ikki frost).
Legg eplini í bakkar soleiðis, at nálirnar venda upp. Nógvar nálir geva nógv epli, fáar (3-4) nálir geva fá, men stór epli sum koma tíðliga. Brótið nálirnar av um tygum halda at tær eru ov nógvar. Tá nálirnar eru umleið 2 cm langar, eru tær passaligar.
Moldin skal hava minst 7 hitastig tá sett verður niður.